Evropa-lagnan hjá føroysku liðunum avgjørd fyrrapartin

Evropa-lagnan hjá føroysku liðunum avgjørd fyrrapartin
Klokkan ellivu verður lutakast um hvussu føroysku liðini skulu spæla í evropafótbólti í summar. KÍ er í meistarakappingini, meðan HB, Víkingur og B36 eru í Conference League
Fyrrapartin finna Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalíð og hinir úr KÍ útav, hvørjum teir skulu spæla ímóti í Champions League
 
14.06.2022 - 09:36

Fyrrapartin verður greitt, hvørjum KÍ skal spæla ímóti í undanumfarinum í evropeisku meistarakappingini, Champions League.

Lutakastið verður klokkan 11.00.

KÍ kann fáa Malmø úr Svøríki, Bodø Glimt úr Norra, HJK Helsinki úr Finnlandi, The New Saints úr Wales ella Zalgiris úr Litava.

Í 2020 kom KÍ víðari í meistarakappingini uttan dyst, tí spælarahópurin hjá Slovan Bratislava var illa darvaður av koronu.

Lutakast er eisini til undanumfarið í Conference League, har HB, Víkingur og B36 eru við.

Heimasíðan hjá UEFA, uefa.com, sendir beinleiðis frá lutakastinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541