Treytaleysa fongsulsrevsing í átta mánaðir

Treytaleysa fongsulsrevsing í átta mánaðir
Maðurin er dømdur fyri harðskap í trimum førum og fyri eina hóttan
Bæði ákæruvaldið og tann dømdi bóðu um tíð at umhugsa, um tey skulu fara í Landsrættin við málinum.
 
22.06.2022 - 11:28

Ein maður í 40-unum fekk í Føroya rætti mánadagin átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri millum annað harðskap.

Maðurin var ákærdur fyri sjey lógarbrot. Trý teirra vóru um byrsur og patrónir, sum ikki vóru skrásettar.

Maðurin játtaði seg sekan í tí. Men hann var frídømdur fyri at hava brúkt byrsurnar.

Maðurin er dømdur fyri harðskap í trimum førum og fyri eina hóttan. Hann noktaði seg sekan í tí. Og hann var frídømdur fyri at hava brúkt knív.

 

Aftur í Mjørkadal

Einki endurgjaldskrav er í málinum.

Maðurin hevur verið í varðhaldi. Hann var koyrdur niðan í Mjørkadal aftur, eftir at hann fekk dómin.

Bæði ákæruvaldið og tann dømdi bóðu um tíð at umhugsa, um tey skulu fara í Landsrættin við málinum.

Freistin hjá teimum er 14 dagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Fríggjadag 30. mai
Morgunlestur fríggjadagur 30.mai 2025
192276
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469