Ministerium fyri ríkisfelagsskapin

Ministerium fyri ríkisfelagsskapin
Og ráðharrin skal vera antin úr Føroyum ella úr Grønlandi, sigur Konservativi flokkurin í uppskoti
Søren Pape Poulsen, floksformaður, vil hava aðalráð fyri ríkisfelagsskapin.
 
26.06.2022 - 09:55

Ríkisfelagskapurin skal hava sítt egna aðalráð í Danmark.

Og ráðharrin skal vera antin úr Føroyum ella úr Grønlandi.

Tað siga tey konservativu í Danmark, sambært Ritzau. 

Konservativi flokkurin sigur, at stjórnin hevur skyldu til at arbeiða hart fyri at styrkja ríkisfelagsskapin og fyri áhugamálunum hjá Føroyum og Grønlandi.

Besti mátin at gera tað er at stovna eitt aðalráð til ríkisfelagsskapin.  

Flokkurin vil eisini hava Danmarks radio at gera fleiri sendingar um Føroyar og Grønland. 

Og danski fólkaskúlin skal undirvísa meira um Føroyar og Grønland.

Tey konservativu siga, at fólkini í ríkisfelagsskapinum vita ov lítið hvørt um annað.

Ríkisfelagsskrivstovur

Uppskot er eisini um at stovna ríkisfelagsskrivstovur í seks býum í Grønlandi og eina í Havn. 

Og Føroyar og Grønland skulu eisini hava slíkar skrivstovur í Danmark.

20 mió. kr. skulu játtast um árið til at at reka aðalráðið.

Teir pengarnir skulu koma aftrat teimum, sum Uttanríkismálaráðið brúkar nú til ríkisfelagsskapin.

Uppskotið hjá teimum konservativu kostar 113 mió. kr. um árið, skrivar Ritzau.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025