Føroyar vunnu á Norra

Føroyar vunnu á Norra
Føroyska U20-manslandsliðið vann 33-31 á Norra.
 
12.07.2022 - 14:08

Føroyska mansunglingalandsliðið í hondbólti vann í dag á Norra í fyrsta dystinum í miðumfarinum í EM-endaspælinum í Portugal. Úrslitið var 33-31 til Føroyar. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 15-15.

Elias á Skipagøtu Ellefsen var við aftur á føroyska liðnum í dag, og tað gjørdi góðan mun. Elias skaraði framúr og var føroyskur toppskjútti við 12 tólv málum, honum næstur var Hákun West av Teigum við 5 málum.

Føroyar eru eftir innleiðandi umfar komnar í B-bólkin, har spælt verður um eitt pláss til HM-endaspælið næsta ár.

Føroyar spæla móti Póllandi í morgin, dysturin byrjar á middegi og verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672