Krevja aftur gjald fyri at løða elbilar

Krevja aftur gjald fyri at løða elbilar
Tøkniligu avbjóðingarnar hjá SEV eru loystar
Tøkniligu avbjóðingarnar á løðistøðunum eru loystar, og í morgin ári fer SEV aftur at krevja gjald fyri løðing.
 
25.07.2022 - 13:54

Nú verður gjald aftur kravt fyri løðing á almennu løðistøðunum, skrivar SEV á heimasíðuni.

Vegna tøkniligar avbjóðingar millum skipanirnar hjá veitarnum hjá SEV, hevur í eitt tíðarskeið ikki borið til at avgreiða gjald fyri almenna løðing.

Elbilaeigarar hava tískil kunnað løtt bilin ókeypis á almennu løðistøðunum. Hesar avbjóðingar eru nú loystar, og til ber aftur at seta pening inn á kontu á elbil.fo.

Í morgin ári klokkan átta verður gjald aftur kravt fyri løðing, skrivar SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688