Virki í Føroyum kunnu fáa danskt skrásetingartal

Virki í Føroyum kunnu fáa danskt skrásetingartal
Nú Nem-Id skipanin verður umløgd til Mit-Id og Nem-Login, verða tillagingar gjørdar í skipanini í Føroyum
Løgmansskrivstovan hevur tí heitt á Digitaliseringsstyrelsen um at koma við uppskoti um skipanir, so fyritøkur og virki í Føroyum eisini kunnu fáa danskt CVR-tal.
 
08.08.2022 - 08:27

Løgmansskrivstovan hevur biðið Digitaliseringsstyrelsen í Danmark um at gera eitt uppskot um lógarbroyting ella fyrisitingarligar skipanir, so fyritøkur og virki í Føroyum kunnu fáa danskt CVR-tal.

CVR er stytting fyri Det Centrale Virksomhedsregister.

Nakað tað sama sum í føroyum er V-tal.

Føroyingar kunnu fáa danskt CPR-tal og Nem-Id, so teir kunnu brúka telduskipanina í Danmark.

Nú Nem-Id skipanin verður umløgd til Mit-Id og Nem-Login, verða tillagingar gjørdar í skipanini í Føroyum. 

 

Vinnuhúsið og Advokatfelagið eru fyri

Í sambandi við hesar tillagingar hava danskir myndugleikar spurt, um føroyingar vilja, at føroysk virki kunnu útvega sær danskt CVR-tal og Mit-Id og Nem-Login at nýta til telduskipanir í Danmark, har hetta er eitt krav.

Vinnuhúsið og Advokatfelagið hava svarað, at tey vilja hava slíka skipan.

Løgmansskrivstovan hevur tí heitt á Digitaliseringsstyrelsen um at koma við uppskoti um hana.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938