Óvist hví eldur kom í vinnubygning við Ljósá

Óvist hví eldur kom í vinnubygning við Ljósá
Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í vinnubygningin hjá KJ Sandblásing við Ljósá. Eitt fólk var í bygninginum, tá ið eldurin kyknaði, men tað slapp út í øllum góðum
Soleiðis sá út, tá eldurin í vinnubygninginum við Ljósá var størstur
Mynd: Rose's Cafe á Facebook  
 
10.08.2022 - 08:42

Um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið var boðað frá eldi í vinnubygninginum hjá KJ Sandblásing við Ljósá.

Sløkkilið, løgregla og sjúkrabilur komu á staðið. 

Eingin fólkaskaði var.

 

Vandamikil roykur

Skjótt gjørdist greitt, at eldur var í fleiri kemiskum evnum og roykurin var vandamikil, sigur vakthavandi á politistøðini.

Neyðugt var at flyta trý-fýra húski burtur, tí roykurin var vandamikil.

Eisini var landsvegurin við Ljósá stongdur. Koyrandi var um Eiðisgarð. 

 

Eitt fólk var í bygninginum

Um hálvgum-ellivu tíðina var minni roykur og tamarhald á støðuni og landsvegurin læt upp aftur.

Økið við bygningin er framvegis avbyrgt, og kanningararbeiðið byrjar í morgun, sigur vakthavandi.

Eitt fólk var í bygninginum, tá ið eldurin kyknaði, men tað slapp út í øllum góðum.

Løgreglan veit ikki, hví eldurin kyknaði. Helvtin av bygninginum er brunnin í grund.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846