Fyrsta myllan melur í september

Fyrsta myllan melur í september
Tornið til fyrstu mylluna í Flatnahaga er reist, og ætlanin er, at allar seks myllurnar skulu mala í hesum árinum
Finn Jakobsen er stjóri í Magn, sum saman við tryggingarfelagnum Lív eigur partafelagið, ið setur vindmyllulundina upp.
 
16.08.2022 - 18:00

Fyrsta vindmyllan í Flatnahaga verður tikin í brúk í september, og væntandi eru allar seks vindmyllurnar virknar fyri ársskiftið. 

Tað sigur stjórin í Magn, Finn Jakobsen. 

Vindmyllulundin í Flatnahaga byrjar nú at taka skap, og tornið til fyrstu vindmylluna er reist. Hvør mylla verður 120 metrar til hæddar.

 

Fyrsta myllan í Flatnahaga melur í september. 

 

Magn og Tryggingarfelagið Lív eiga ávíkavíst 40 og 60 prosent av partafelagnum Flatnahaga.

Finn Jakobsen væntar, at nýggja vindmyllulundin fer at gera góðan mun at framleiða grøna orku:

 

16082022_Finn_um_vindmyllur

 

SEV og partafelagið Flatnahagi eru samd um, at SEV skal keypa orku frá Flatnahaga, men avtalan er ikki undirskrivað enn, sigur Finn Jakobsen .

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541