Elias Ellefsen á Skipagøtu skal til týska stórliðið Kiel

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal til týska stórliðið Kiel
Føroyski landsliðsspælarin í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu, verður at síggja í týsku bundesliguni næsta ár, skriva svenskir miðlar
Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið verður roknaður sum eitt av heimsins størstu hondbóltstalentum, skal næsta ár spæla við Kiel, skriva svenskir miðlar
 
27.08.2022 - 09:39

Eftir hetta kappingarárið skiftir føroyska stórtalentið í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu, svenska Sävehof út við týska stórfelagið Kiel, sum er eitt av heimsins sterkastu hondbóltsfeløgum.

Tað skrivar svenska blaðið, Aftonbladet, ið plagar at hava serstakliga vælvitandi keldur, tá ið tað snýr seg um hondbólt.

20 ára gamli hoyvíkingurin hevur veruliga gjørt vart við seg í svensku kappingini, har hann í meira enn eitt kappingarár hevur verið størsta stjørnan.

 

Sertreyt í sáttmálanum

Í fýra ára sáttmála sínum við Sävehof hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu ta treyt, at um okkurt av evropisku stórfeløgunum - og tey eru nevnd við navni í sáttmálanum - vísir áhuga, skal Elias kunna verða loystur úr svenska sáttmálanum ímóti einum ávísum gjaldi.

Eftir øllum at døma, so ætlar Kiel, at Elias Ellefsen á Skipagøtu fylla plássið út fyri norska landsliðsspælararn, Sandor Sagosen, ið ætlar sær heimaftur til norskan hondbólt.

Sävehof vil, sambært Göteborgs-Posten, ikki vátta tíðindini um, at Elias Ellefsen á Skipagøtu skiftir til Kiel. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360