Ríðing: Svanna vann á Braga

Ríðing: Svanna vann á Braga
Svanna við Barbaru Carlsen á baki vann føroyameistaraheitið í tvíspori fyri vaksin á Braga við Jónu Ólavsdóttur, tá FM-dagur var í Marknagili um vikuskifitið
Svanna og Barbara Carlsen vunnu FM-heitið í tvíspor fyri vaksin
Mynd: Kira Hendriksdóttir  
 
29.08.2022 - 12:55

Svanna vann á Braga í tvíspori fyri vaksin, tá FM-dagur var í Marknagili um vikuskiftið.

Rossini høvdu vunnið hvør sínar tvær kappingar undan FM-degnum, men Svanna við Barbaru Carlsen á baki var eitt vet skjótari á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili leygardagin.

Svanna og Bragi við Jónu Ólavsdóttir fylgdust allar 500 metrarnar, og á málinum var munurin millum rossini bara fýra hundraðpartar av einum sekundi.

Tað er 15. ferðin, at ross hjá Maritu Askham og Hans Paula Poulsen vinnur FM í tvíspor fyri vaksin.

Kappingina í tvíspor fyri ung vann Sirkill við Ranju Djurhuus, Tango við Geir Wardum vann tølt, meðan Strákur og Bárður Johannessen fóru avstað við FM-heitinum. Stígur og Randarsól Heinesen vunnu kappingina í Skeið, men Orka og Ranja Djurhuus vunnu FM. Trav vann Grettir við Halli Hansen, sum eisini vunnu FM-heitið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329