Føroyskir spælarar í Ajax Kbh: vistu ikki, at støðan var so álvarsom

Føroyskir spælarar í Ajax Kbh: vistu ikki, at støðan var so álvarsom
Hondbóltsspælararnir, Brandur Halgirsson og Leivur Mortensen, eru endaðir í einari keðiligari støðu, nú felag teirra, Ajax, í Keypmannahavn er hótt av húsagangi
Brandur Halgirsson kom til Ajax í Keypmannahavn í 2019, men framtíðin er óviss
 
05.09.2022 - 16:50

Støðan er einki serlig. 

Tað viðgongur føroyski hondbóltsspælarin, Brandur Halgirsson, sum saman við Leivi Mortensen spælir við danska hondbóltsfelagnum, Ajax, í Keypmannahavn.

Høvuðsstaðarfelagið, sum hevur manslið í næstbestu deildini, er nevniliga hótt av húsagangi vegna gjaldføristrupulleikar og skal, sambært Danmarks Radio, fáa til vega ímillum 1,5 og 1,8 milliónir krónur, áðrenn sakin kemur fyri skiftirættin 20. september.

 - Fíggjarliga støðan hjá felagnum hevur fylt nógv teir seinastu dagarnar, og hetta er ringasta støðan, tú kanst verða settur í sum hondbóltsspælari, sigur Brandur Halgirsson. 

 - Vit eru fluttir til Keypmannahavnar at spæla við Ajax København, tí vit trúðu upp á framtíðarætlaninar hjá felagnum. At vit so fáa at vita, at felagið er í so stórum fíggjarligum trupulleikum, kom sum ein hvøkkur.

Kunnaðir í síðstu viku

Fyrrverandi H71-profilurin sigur, at hann og liðfelagarnir vóru kallaðir til fundar í síðstu viku, tí ongin hevði fingið løn. 

 - Tað kom óvart á okkum, at støðan var so álvarsom.

Sambært donskum miðlum er tað SKAT, sum hevur latið inn áheitan um gjaldstrotaviðgerð, tí Ajax ikki hevur útgoldið spælaralønir í september og harafturat ikki hevur neyðugu tryggingarnar. 

Eydnast tað ikki at útvega neyðugu fíggingina sleppur Ajax København ikki at halda fram í 1. deild, sum næstbesta deildin kallast.

Fyrireika seg upp á tað ringasta

Nevndarformaðurin í Ajax, Henrik Ritlov, sigur við dr.dk, at ein fyribilsloysn er funnin viðvíkjandi løn og trygging í samstarvi við Spælarafelagið, men at hann stúrir fyri framtíðini hjá felagnum, sum sambært honum hevur havt ov lítlar inntøkur samanborið við útreiðlsurnar í longri tíð.

Brandur Halgirsson er eisini stúrin, tí honum dámar væl í Ajax København, har hann byrjaði í 2019. 

 -  Spælarar og venjaratoymi hava hava havt nøkur lang og góð prát um, hvussu vit skulu handfara støðuna, tí vit eru allir bundnir at sáttmálum, sum vit skulu halda. Vit royna tí, sum best ber til, at fokusera upp á at venja sum vant, sigur Brandur Halgirsson.

 - Sjálvur eri eg øgiliga glaður fyri at spæla við Ajax, men sum ítróttarfólk er neyðugt at fyrireika seg upp á tað ringasta í slíkari støðu. Vit vóna tó allir, at felagið finnur eina loysn, so vit kunnu halda áfram at spæla hondbólt í Ajax København, leggur hann afturat.

Kvinnuliðið ikki hótt

Tríggir føroyskir spælarar spæla á besta liðnum við kvinnum hjá Ajax. Tær eru Lív Poulsen, Rakul Wardum og Suna Krossteig Hansen, sum júst er byrjað í felagnum. 

Sambært Danmarks Radio er tað bert felagið aftanfyri mansliðið, sum er í fíggjarligum trupulleikum, og tí verður kvinnuliðið, sum spælir í bestu donsku deildini, Bambusa Liguni, ikki ávirkað av støðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812