Fiskivinnusamstarvið við russar elvir til politiskt høvuðbrýggj

Fiskivinnusamstarvið við russar elvir til politiskt høvuðbrýggj
Umboð fyri politisku flokkarnar á tingi vóru í Breddanum fyrrapartin, har politikkurin mótvegis Russlandi var á skránni
Umboð fyri allar flokkar á tingi vóru á í Breddanum í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2022 - 13:13

Fiskivinnusamstarvið við Russland elvir til høvuðbrýggj hjá løgtings- og landsstýrisfólkum.

Fiskiveiðuavtalan millum og Føroyar og Russland skal eftir ætlan endurnýggjast í heyst, men flokkarnir á tingi eru ikki á einum máli um, hvat Føroyar skulu gera við fiskivinnusamstarvið og samráðingarnar eftir russisku innrásina í Ukraina.

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, mælti til at kvetta alt samstarv við russar.

Løgmaður segði seg ikki hava tikið støðu til spurningin, um samráðingar vera við russar í heyst.

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur, at fiskivinnusamstarvið við Russland skal halda fram, tí týdningurin fyri Føroyar eru so stórur, hóast Føroyar fordøma innrásina í Ukraina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07092022_Politikarar_um_Russland

 

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Alt kjakið, sum var í Breddanum, kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290