KÍ endurvann FM

KÍ endurvann FM
Hetta er 20. ferð, at klaksvíkingar vinna FM
Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ
 
18.09.2022 - 11:46

Tað var FM-rómur í Klaksvík í gjárkvøldið, tá tað gjørdist endaliga greitt, at KÍ er føroyameistari í 2022. 

Tað hendi eftir, at HB í gjárkvøldið vann 2-1 á Víkingi. Víkingur var einasta felagið, sum hevði ein matematiskan møguleika at enda framman fyri KÍ á stigatalvuni, tá ið fimm umfør vóru eftir at spæla. Men tað kravdi, at Víkingur vann allar sínar dystir, meðan klaksvíkingar taptu sínar. 

Men við 21 sigrum og 2 javnleikum higartil í ár hevur tað bara verið ein spurningur um tíð, áðrenn KÍ endurvann meistaraheitið. 

Hetta er fyrstu ferð síðan 1970, at KÍ endurvinnur FM, og er talan um 20. meistaraheitið hjá felagnum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672