Putin: Vesturheimurin roynir at gera fólkið i Ukraina til kanónføði

Putin: Vesturheimurin roynir at gera fólkið i Ukraina til kanónføði
Russiski forsetin hevur hildið røðu fyri tjóðini og sigur, at Russland hevur eina rúgvu av vápnum
Vladimir Putin, forseti, hevur hildið røðu fyri russisku tjóðini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.09.2022 - 08:15

Fyri løtu síðani helt russiski forsetin, Vladimir Putin røðu fyri tjóðini. Røðan varð hildin á eykendu skrivstovuni hjá forsetanum á stjórnarskrivstovuni í Kreml og sjónvarpað til tjóðina.

Hann boðaði frá, at hann hevur skrivað undir eini herbúgvingarboð til russiska herðin.

Hetta snýr seg um verja Russland og russik øki.

 

Kanónføði

- Vesturheimurin æltar at oyðileggja land okkara, og hevur roynt at gera fólkið í Ukraina til kanónføði. Vesturheimurin vil ikki hava frið millum Russland og Ukraina. Vesturheimurin er farin út um øll mørk í sínum ágangi móti Russlandi.

- Lat meg siga við Vesturheimin: Vit hava eina rúgvu av vápnum.

Millum annað soleiðis segði Vladimir Putin fyri lítlari løtu síðani.

Seinast, Putin helt røðu fyri tjóðini, var 24. februar, ið var dagurin, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina. 

 

Fólkaatkvøða

Russisku loysingarfólkini í ukrainsku landspørtunum, Donetsk og Luhansk, boðaðu í gjár frá fólkaatkvøðu um innliman í Russland 23. til 27. september. Eisini russar í hertiknu økjunum, Kherson og Zaporizjzja, boðaðu frá fólkaatkvøðu.

Hetta fordøma leiðarar úr øllum heiminum. Og boðini eru, at altjóða samfelagið fer ikki at viðurkenna eina slíka fólkaatkvøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523