Jan McIntosh millum átta teir bestu í Evropa

Jan McIntosh millum átta teir bestu í Evropa
Jan McIntosh kastaði seg allan vegin til EM-kvartinaluna í darti, har føroysku menninir endaðu nummar 16 av 41 londum
Føroyska landsliðið í venjingardysti ímóti Svøríki fyrr í ár
 
05.10.2022 - 10:10

Jan McIntosh sendi ein av favorittunum úr EM-kappingini, tá ið hann kastaði seg allan vegin í fjórðingsfinaluna í Spania

Sterki spælarin úr Havnar Dartfelag legði fyri við at vinna á slovenanum, Sergej Vodicar, og síðan bukaði hann kroatiska Dean Pokos 4-2. 

Ole Holtkamp var næstur, og Jan McIntosh vinnur trygt, og hóast hann kemur afturum í fyrsta setti. Síðan vinnur hann á kekkanum, Vitezslav Sedlák, áðrenn ein av stóru favorittunum, Scott Williams úr Onglandi, er mótstøðumaður í dystinum um pláss í fjórðingsfinaluni.

Her vísir Jan McIntosh stórspæl í einum dysti á høgum stigi. Scott Williams spælir væl, men við einum miðali upp á 103,9 vinnur føroyingurin ein minniligan sigur.

Í fjórðingsfinaluni hittir Jan McIntosh finnan, Teemu Harju, og tá gongur ikki longur. Finnin, sum seinni tapir finaluna, vinnur 5-3.

Gott føroyskt úrslit samanlagt

Sum heild letur føroyska landsliðið væl at EM-kappingini. Í tvímansleiki endaðu Jan McIntosh og Uni Árting millum 16 tey bestu, meðan Beinta Joensen spældi seg upp í topp 32.

Samanlagt endaðu føroysku menninir nummar 16 av 41 londum, meðan kvinnurnar endaðu nummar 25 av 34 londum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429