Ógreitt um semja er um at taka tunnilsgjøldini av

Ógreitt um semja er um at taka tunnilsgjøldini av
Heðin Zachariasen í Fólkaflokkinum, sigur, at verandi skipan virkar væl. Partamaðurin, Jákup Mikkelsen, sigur, at Heðin Zachariasen hevur fingið okkurt við í avtaluna
Eftir øllum at døma er ikki semja í samgonguni um at taka tunnilsgjøldini av.
 
07.10.2022 - 13:43

Eftir øllum at døma er ikki semja í samgonguni um at taka tunnilsgjøldini av.

Fyri tveimum døgum síðani hoyrdu vit, at samferðslubólkurin hjá samgonguni og Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, høvdu gjørt semju um, at partafeløgini verða tikin av, og at tað verður ókeypis at koyra í tunlunum.

 

Heðin Zachariasen, løgtingsmaður.

 

Á tingsins røðarapalli í gjár segði partamaður hansara í Fólkaflokkinum, Heðin Zachariasen, at verandi skipan virkar væl, og hann endurtók hetta í Degi og Viku í gjárkvøldið. 

 

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður.

 

Jákup Mikkelsen sigur, at málið hevur verið viðgjørt innanhýsis í longri tíð, og at Heðin Zachariasen hevur fingið okkurt við í avtaluna. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07102022_-_Tunnisgjold

 

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag, men hann sigur við Kringvarpið, at málið er til viðgerðar innanhýsis. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025