Nógv lýggjari og meira avfall í Grønlandi enn vanligt

Nógv lýggjari og meira avfall í Grønlandi enn vanligt
Fleiri lágtrýst enn vanligt í Kanada hava drigið lýggja og slavna luft við sær úr norðara parti av Atlantshavinum
Tað hevur regnað meira enn vanligt fleiri staðir í Grønlandi seinastu tíðina.
 
10.10.2022 - 15:22

Eins og røddir hava verið frammi í Føroyum, um at árstíðirnar hava flutt seg, so uppliva tey í Grønlandi broytingar.

DMI upplýsir, at miðalhitin í Grønlandi í september var átta stig hægri enn miðal fyri mánaðin. Orsøkina siga tey vera, at fleiri lágtrýst enn vanligt í Kanada hava drigið lýggja og slavna luft við sær úr norðara parti av Atlantshavinum.

Tað er ikki óvanligt, at lágtrýst har um leiðir ávirka veðrið, men tað er óvanligt, at hetta hevur verið hvønn dag í ein heilan mánað, sigur Thor Hart frá DMI við grønlendska miðilin, Sermitsiaq.

Eisini hevur regnað meira enn vanligt fleiri staðir í Grønlandi.

Í Aasiaat máldu tey 145 millimetrar í september. Miðalavfallið har í september er 33 millimetrar. Í Sisimiut máldu tey 159 millimetrar av avfalli samanborið við 60 millimetar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290