Ikki óvanligt at lodnukvotan broytist ár undan ári

Ikki óvanligt at lodnukvotan broytist ár undan ári
Nýggjar lodnukanningar verða gjørdar í desember, og tí kann tilmælið um heildarkvotuna fyri lodnuveiðu í Íslandi næstu vertíð broytast
Jógvan Jespersen er stjóri í felagnum Nótaskip.
 
11.10.2022 - 14:58

Føroysku uppsjóvarskipini fáa 11.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi næsta ár eftir tilmælinum, sum nú er almannakunngjørt.

Tað er væl minni enn í ár, tá ið kvotan var góð 27.000 tons.

Einki løgið er í, at lodnukvotan broytist ár undan ári, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip:
 

111020_Jogvan_Jespsersen
 
Tilmælið frá íslendska havrannsóknarstovninum er at fiska 218.400 tons av lodnu í 2023. Tilmælið var 904.200 tons fyri vertíðina í ár.

Nýggjar lodnukanningar verða gjørdar í desember, og tí kann tilmælið fyri næstu vertíð broytast.

Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952