Bók frá fregnartænastuovasta er ein bumba í valstríðnum

Bók frá fregnartænastuovasta er ein bumba í valstríðnum
Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, er ákærdur fyri at hava likið ríkisloyndarmál. Bók hansara hevur vakt miklan ans
Lars Findsen hevur givið eina umstrídda bók út mitt í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.10.2022 - 14:32

Í gjár kom bókin hjá fyrrverandi stjóranum fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni, Lars Findsen.

Í henni staðfestir Lars Findsen, at málið er politiskt, at fregnartænastan hjá donsku løgregluni beyð honum linari revsing, um hann gav teimum nøvn á keldum hjá sær, og hann hevði fleiri samanbrestir við aðalstjóran í forsætismálaráðnum, Barbaru Bertelsen.

 

Krevja kanningarnevnd

Bókin "Spionchefen - endurminningar úr kliva nr. 18" er so mikið stór bumba í valstríðnum, at allir flokkar á bláa veingi og Moderaterne longu hava kravt, at kanningarnevnd skal setast at kanna málið.

Mette Mayli Albæk hevur skrivað bókina. 

Hon arbeiðir sum gravandi journalistur á Jyllands-Postinum, men í mai mánaði fór hon undir at skriva bókina um mest umrødda njósnaramál í donsku søguni.

Fyri at tryggja sær, at eingin skuldi fáa atgongd til tilfarið, skrivaði hon bara á eini teldu, sum ikki var knýtt í internetið.

- Eg haldi, at allir journalistar, sum gera samrøðu við fólk, ið hevur verið undir fullkomnum eftirliti, taka varsemisráð. Eg havi ongan hug at vera undir eftirliti, sigur Mette Mayli Albæk við DR.

At arbeiða uttan fyri internetið, gav henni størri avbjóðingar. Hon mátti keypa prentara, sum kann prenta, uttan at vera knýttur í internetið.

 

Mette Mayli Albæk hevur skrivað bókina um Lars Findsen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Skrivaðu við hond

- Eg havi gjørt 27 uppskot um bókina, sum eg havi givið Lars Findsen, og har hann hevur skrivað viðmerkingar í við hond, og tað hava redaktørurin og forlagsstjórin eisini. Alt er gjørt við hond.

Orsøkin til, at arbeiðið við bókini hevur verið so loyniligt, er, at segði Lars Findsen, at bókin ikki skuldi gevast, so varð útgávan slept. 

 

 

- Hevur tú fyrst tosað um bókina, so kann tað elva til fleiri gitingar um, hví bókin ikki skuldi gevast út, sigur Mette Mayli Albæk við DR.

Í bókini eru fleiri álop á danskar politikarar og embætisfólk, og eingi skjalprógv fyri ákærurnar eru í bókini. Mette Mayli Albæk sigur, at tað hevur verið stór uppgáva at royna at kanna øll uppáhaldini, har tað ber til.

- Eg havi nógvar kritiskar spurningar, sum síggjast í bókini, sigur journalisturin.

 

Lars Findsen var latin leysur í februar. Nú er hann ákærdur í málinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Seks ákærur

Talan er um minnisrit, sum tekur støði í, hvussu Lars Findsen upplivir málið.

Lars Findsen er ákærdur fyri at hava brotið lógina í seks førum: at hann hevur likið ríkisloyndarmál, ella aðrar loyniligar upplýsingar, fyri seks fólkum, teirra millum eru tveir journalistar, skrivar DR.

Findsen varð handtikin og varðhaldsfongslaður tíðliga í desember í fjør. 

Hann var latin leysur í februar, men hann var framvegis skuldsettur, og nú er hann ákærdur í málinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523