Noreg handtikið útlending, sum er undir illgruna fyri njósning

Noreg handtikið útlending, sum er undir illgruna fyri njósning
Illgruni er um, at maðurin er russari, og at hann byggir sær upp samleika sum vanligur borgari, men arbeiðir fyri russiska fregnartænastu
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at vera russiskur njósnari, kom fyri rættin í Tromsø í dag.
Mynd: NRK  
 
25.10.2022 - 15:32

Norska løgreglan handtók í gjár ein ríkisborgara úr Brasil, tá hann var á veg til arbeiðis á Lærda háskúlanum í Tromsø. 

NRK skrivar, at norska trygdarløgreglan, PST, hevur illgruna um, at maðurin í Noregi brúkar falskt navn og hevur falskan samleika. 

Illgruni er um, at hann er russari, og at hann byggir sær upp samleika sum vanligur borgari, meðan hann í tí dulda arbeiðir fyri russiska fregnartænastu.

Hann granskaði hybrid-krígsførslu. 

Maðurin er í grundlógaravhoyring í rættinum í Tromsø í dag við kravi um, at hann verður fongslaður, skrivar NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360