Noreg og Russland samd um fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Noreg og Russland samd um fiskiveiðiavtalu fyri 2023
Toskakvotan minkar 20 prosent, soleiðis sum ICES hevur mælt til
Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, fegnast um fiskiveiðiavtaluna, sum er gjørd við Russland.
Mynd: Aftenposten.  
 
25.10.2022 - 16:05

Noreg og Russlandi eru samd um eina nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2023. 

Tað boðar norska stjórnin frá. 

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, fegnast um nýggju avtaluna.

- Tað er gott, at vit hava gjørt fiskiveiðiavtalu við Russland, hóast vit liva í truplum tíðum, sigur fiskimálaráðharrin. 

 

Burðardygg umsiting

- Semjan tryggjar burðardygga umsiting av tilfeinginum í norðurøkinum og tryggjar stovnin frameftir. Tað merkir, at vit ansa eftir heimsins størsta toskastovni og øðrum fiskasløgum í Barentshavinum.

Avtalan merkir millum annað, at toskakvotan minkar 20 prosent. Tað samsvarar við tilmælið hjá ICES. 

Í sambandi við samráðingarnar hava russar boðað frá, at um norðmenn seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi, kann avtalan fyribils setast úr gildi.

Orsakað av krígnum í Ukraina hava samráðingarnar millum Russland og Noreg hesa ferð verið talgildar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179