- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindmylla hjá SEV send av landinum til umvælingar
Í eina viku hevur ein av myllunum í Neshaga hvørki havt veingir ella generator.
Talan er um vindmyllu 4, og orsøkin er, at generatorurin og sokallaði ‘hubburin’ ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, eru send til Newcastle í Onglandi til umvælingar hjá felagnum Houghton International, upplýsir SEV.
Myllan fekk generatortrupulleikar í august 2020, og staðfest var, at tað ikki loysti seg at umvæla generatorin á staðnum, sum annars var gjørt við fleiri aðrar myllur, men at generatorurin mátti skiftast.
Nýggjur generatorur er dýrur
Ein nýggjur generatorur er sera kostnaðarmikil, og avgjørt er tí at royna at umvæla hann hjá enska veitaranum, sigur SEV.
Generatorurin og hjartað fóru av landinum við Norrønu hóskvøldið, meðan veingirnar liggja á goymslu í Føroyum.
Umvældi generatorin og hjartað verða eftir ætlan aftur í Føroyum og sett upp í tornið á mylluni í apríl/mai næsta ár.