Marius DC og Kóboykex jaligt ummæli frá heimskenda Rolling Stone

Marius DC og Kóboykex jaligt ummæli frá heimskenda Rolling Stone
Millum tey seks tónleikanøvnini, sum ummælarin hjá heimskenda tónleikatíðarritinum Rolling Stone jaliga nevnir í sínum Iceland Airwaves-ummæli, eru Mariuc DC og Kóboykex
Heiðrikur á Heygum er onnur helvtin av Kóboykex
Mynd: Odysseas Chloridis  
 
09.11.2022 - 16:50

"Marius DC og Kóboykex eru prógv uppá, at føroyskur tónleikur spakuliga byrjar at gera vart við seg á altjóða tónleikapallinum."

Soleiðis skrivar journalisturin Nick Reilly frá bretsku deildini hjá heimskenda tónleikatíðarritið Rolling Stone í sínari grein um Iceland Airwaves-tónleikafestivalinum í Reykjavík, sum var um vikuskiftið. 


18 ára gamli Marius DC gjørdi veruliga vart við seg á Iceland Airwaves / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Fimm føroysk nøvn vóru millum tey út við 100 tónleikanøvnini, sum vóru á skránni til Iceland Airwaves, og Marius DC og Kóboykex eru millum tey einans seks nøvini, sum Nick Reilly nevnir í ummælinum.

Hini nøvnini, sum verða nevnd, eru høvuðsnøvnini Arlo Parks, Metronomy, Amyl & The Sniffers og so íslendsku Reykjavíkurdætur. 

 

Sjáldsom sjangrusamanrenning

Kóboykex, sum eru Sigmund Zachariassen og Heiðrikur á Heygum, spælir elektroniskanrokk við íblástri frá western-tónleiki. 

Tað er sjáldsom sjangrusamanrenning, ið hugtekur Rolling Stone-journalistin. Serliga nýggja singlan hjá Kóboykex, "Night Out", er sterk, heldur Nick Reilly. 

"Day two kicks off with that rarest of things – Western inspired electro-rock from the Faroe Islands. That’s the elevator pitch from Koboykex, who turn out to be an unexpected delight over at Reykjavik’s IÐNÓ Culture House. Recent single ‘Night Out‘ is irresistible, as subtle electro-pop rhythms fight against Morricone-esque whistling and instrumentation."


Kóboykex er ein sjáldsom samanrenning millum sera ymiskar tónleikasjangrur, staðfestir Rolling Stone / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Marius vil ikki lata seg avmarka

Hin blaðunga føroyski rapparin og hipphopparin, Marius DC, hugtekur eisini Nick Reilly, tí Marius DC er so uppsettur upp á at prógva, at hansara tónleikur ikki er avmarkaður av, at hann kemur úr einum lítlum landi sum Føroyum. 

Tónleikurin hjá Marius DC ber brá av West Coast-rappi, heldur Rolling Stone-ummælarin.

"The final day of Iceland Airwaves 2022 begins at the festival’s main centre, where Faroese rap – that most common of exports – is gunning for the big time. It comes in the form of Marius DC, an energetic eighteen-year-old who is hellbent on proving that his sound transcends the confines of his home island. His impressive stage presence sees him jumping into the crowd to whip up an early evening crowd, while songs such as ‘Gasoline‘ lean into classic West Coast rap."


Hin orkufylti Marius DC, ið leyp út millum fólki á Iceland Airwaves  / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Niðurstøðan hjá Nick Reilley frá Rolling Stone UK er, at føroyskur tónleikur byrjar spakuliga at gera vart við seg á altjóða tónleikapallnium.

"Along with the aforementioned Kowboykex, it’s (framførslan hjá Marius DC) proof that the Faroese music scene is slowly introducing itself to the world."


Sigmund Zachariassen úr Kóboykex / Mynd: Odysseas Chloridis

 


LES GREININA Í ROLLING STONE UK HER

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982