Fólkaflokkurin í vanda fyri at fara í tvíningar

Fólkaflokkurin í vanda fyri at fara í tvíningar
Seinnapartin og í kvøld hevur Fólkaflokkurin sitið á kreppufundi á Hotel Brandan, tí vandi er fyri, at flokkurin klovnar, eftir at Christian Andreasen fór frá sum formaður
Fólkaflokkurin er í kreppu, eftir at formaðurin í flokkinum, Christian Andreasen, bæði legði frá sær sum formaður og valdi at gevast í politikki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 18:15

Síðani klokkan fimm seinnapartin hevur floksleiðslan í Fólkaflokkinum sitið á kreppufundi á Hotel Brandan í Havn og viðgjørt støðuna, eftir at Christian Andreasen legði frá sær sum formaður og fór úr politikki. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Christian Andreasen segði í síni fráboðan millum annað, at stórar ósemjur eru innanhýsis í flokkinum, at hann ikki megnar at savna flokkin, og at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið og fer úr politikki.

Í floksleiðsluni eru løgtings- og landsstýrismanningin, umframt tvey umboð fyri hvørt lokalfelag og ungmannafelagið Huxa. Her er tað Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, sum tosar við umboð fyri Kringvarp Føroya. 

Jørgen Niclasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á veg á kreppufundin á Hotel Brandan í Havn. Okkurt bendir á, at Fólkaflokkurin fór upp í seyminum, tá ið Jørgen Niclasen noyddist frá sum formaður, eftir at hann varð tikin fyri at koyra ávirkaður. 

Stríðið í Fólkaflokkinum er eitt virðisstríð millum tey konservativu og tey meira liberalu í flokkinum. Stríðið er eisini eitt stríð millum Havnina og útjaðaran. Her er tað ein av tungu røddunum í Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, ið møtir á kreppufund á Hotel Brandan.  

Heðin Zachariassen, ið hoyrir til tann liberala vongin í Fólkaflokkinum, hevur longu boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur fyri Fólkaflokkin. 

 

Stingur djúpt

Tað er eyðsæð, at stríðið í Fólkaflokkinum stingur djúpt. Erling Mørkøre, formaður í Huxa, var rørdur av støðuni, nú Christian Andreasen kendi seg noyddan at leggja frá sær og fara úr politikki. 

Dagur og vika fingu orðið á Erling Mørkøre beint áðrenn fundin. 

221110_DV_FOLKAFLOKKURIN_01

Tað bleiv Beinir Johannesen, tingbólkaformaður, sum var sendur niðan í Kringvarpið fyri at umboða Fólkaflokkin í formansumfarinum í Degi og viku. 

Royndin at bjarga Fólkaflokkinum, sum vit kenna hann, heldur fram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549