Kanna føroysku arbeiðsfjøldina

Kanna føroysku arbeiðsfjøldina
Í næstu viku, frá mánadegnum til fríggjadagin, verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2022 gjørd fyri at vita, um Føroyar enn eru á odda í Europa.
 
19.11.2022 - 18:21

Í fjør vóru 31.968 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini, og tað svarar til 83,6% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ára gomul.

Tá var vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, við Íslandi næst aftanfyri, og tí verður spennandi at síggja, um Føroyar framvegis eru á odda. 

Arbeiðsfjøldarkanningin telur, hvussu nógv fólk av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum, kunnu veita arbeiðsmegi.

Samberilig hagtøl
Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar um telefon, og á hvørjum ári verða eini túsund fólk uppringd, ung sum eldri.

Tað er Gallup Føroyar, sum ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingar frá altjóða arbeiðsstovninum, ILO, sum er undir ST.

Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329