Tvey fólk skuldsett fyri njósning í Svøríki

Tvey fólk skuldsett fyri njósning í Svøríki
Handtiknu fólkini eru í sekstiárunum, og tey eru skuldsett fyri at hava njósnast í meira enn 10 ár
Svenska løgreglan bar skjótt at, tá fólkini, sum eru skuldsett fyri njósning, vóru tikin í gjáramorgunin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.11.2022 - 10:16

Svenska loyniløgreglan, Sapo, gjørdi skjótt av, tá hon tíðliga í gjáramorgunin tók tvey fólk á leiðini við Stokkhólm og skuldsetti tey fyri njósning.

Tvær tyrlur hjá herinum vóru við í átakinum fyri at tryggja, at fólkini ikki fingu møguleikan at beina fyri nøkrum av tilfarinum, sum tey høvdu, sigur talsmaðurin hjá Sa:po, Frederik Hultgren Friberg, sambært Ritzau.

Hann leggur dent á, at tað var neyðugt at bera skjótt at fyri at fáa so nógv prógv sum møguligt.

 

Tók ein minutt

Tey, sum vóru tikin, vóru tikin klokkan seks í gjáramorgunin, og tað gekk ikki ein minuttur frá tí. at átakið byrjaði, til íbúðin, sum tey vóru í, var tryggjað.

Fólkini, sum eru tikin, eru eitt par í 60-unum, og tey eru skuldsett fyri at hava njósnast ímóti Svøríki og øðrum londum í meir enn 10 ár, skrivar svenska kringvarpið, SVT.

Málið hevur ikki tilknýti til onnur mál, sum løgreglan arbeiðir við, upplýsir Sa:po.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360