Havstovan mælir til hjáveiðureglur fyri at verja toskin

Havstovan mælir til hjáveiðureglur fyri at verja toskin
Stovnurin hevur latið Fiskimálaráðnum tiltmæli um fiskiskap eftir botnfiski í 2023
ICES mælir frá at fiska tosk undir Føroyum í tvey ár, men Havstovan mælir til at seta hjáveiðureglur ella økisfriðingar í verk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2022 - 15:35

Havstovan mælir til, at ávísir karmar verða settir fyri at fiska hýsu og upsa undir Føroyum, so tað slepst undan, at ov nógvur toskur er uppi í veiðini.

Hetta kann gerast við hjáveiðureglum ella økisfriðingum fyri annaðhvørt ávísan reiðskap ella skipabólkar.

ICES sigur, at støðan hjá toskastovninum undir Føroyum er so vánalig, at mælt verður frá at fiska tosk á landgrunninum yvirhøvur í 2023 og 2024. 

Havstovan sigur, at hetta hevur avbjóðingar við sær, tí toskur verður fiskaður í línufiskiskapi eftir hýsu og trolfiskiskapi eftir upsa.

Havstovan hevur latið Fiskimálaráðnum tiltmæli um fiskiskap eftir botnfiski í 2023.

 

 

Bólkur 2 fleiri dagar

Havstovan mælir til, at fiskidagarnir hjá lemma- og partrolarum í bólki 2 verða øktir fimm prosent, og samstundis skulu fiskidagarnar í bólki 3-5 - tað eru lína, snella og trol á landleiðini - verða skerdir fimm prosent. Tilmæli tekur støði í umsitingarætlanini frá 2019.

Havstovan mælir eisini til, at fiskidagatalið á Føroyabanka verður 200 dagar næsta ár, bæði hjá stórum og smáum fiskiførum, sum fiska við húki. 

Í 2020-21 var meira at fáa av toski í yvirlitstrolingunum á Føroyabanka, og tað bendi á, at toskastovnurin var í ferð við at koma fyri seg aftur, eftir at hava verið undir minstamarki í 15 ár.

Føroyabanki tolir lítla roynd, og Havstovan mælir til, at farið verður varisliga fram.

Tilmælið frá Havstovuni sæst her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938