Gistingarhús á Óðinshædd

Gistingarhús á Óðinshædd
Gongst sum ætlað, verður eitt nýtt gistingarhús við 89 kømrum á trimum hæddum bygt á Óðinshædd í Havn.
Mynd: KONTRAST Byggilist & byggifrøði  
 
17.12.2022 - 17:05

Jóan Petur Vang, byggimeistari á Oyrarbakka, hevur fingið byggiloyvi til gistingarhús á einum grundstykki, hann eigur á Óðinshædd.

Tað skrivar in.fo.

Størsta verkætlan hansara er annars íbúðarverkætlanin á Fløtum í Havn, sum fevnir um 111 íbúðir í fýra lonum.

Men av tí at grundstykki hansara á Óðinshædd liggur í einum vinnuøki, skal byggisamtyktin fyri økið broytast, um talan skuldi verið um íbúðarbygging í staðin.

Jóan Petur Vang sigur við in.fo, at hann enn ikki hevur tikið avgerð um, um gistingarhúsið verður bygt, nú alt er dýrkað so nógv í seinastuni, men at ta avgerðina tekur hann fyrst í komandi ári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334