Mæla til at Articon skal gera innkomuvegin og tunnil

Mæla til at Articon skal gera innkomuvegin og tunnil
Málið kemur fyri á eykabýráðsfundi í Havn í morgin
Innkomuvegurin verður frá rundkoyringini á Hvítanesi til Marknagilsvegin, við tunli undir Húsareyni.
 
20.12.2022 - 15:18

Seinnapartin í morgin verður eykabýráðsfundur í Havn, har bara eitt mál er á skránni. Tað er uppskot um sáttmála við byggifelagið Articon um heildararbeiðstøku av innkomuvegnum og tunlinum undir Húsareyni.

Umsitingin í Tórshavnar kommunu mælir til, at Articon skal gera arbeiðið.

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin skjóta upp, at sáttmáli verður gjørdur við P/F Articon um heildararbeiðstøku við føstum prísi at gera vegastrekkið millum rundkoyringina á Hvítanesi og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð, íroknað tunnil undir Húsareyni, fyri góðar 324 mió kr. við mvg. 

 

110 milliónir frá landinum

Tryggjast skal, at stuðulin frá landinum, sum er 110 mió. krónur, verður latin til verkætlanina.

Tann 1. desember vóru tilboðini um arbeiðið at gera tunnil og ráveg latin upp. 

Inn komu tilboð frá P/F J & K Petersen og P/F Articon upp á ávikavist kr. 310 mió. kr, og 293 mió. kr. Harumframt læt Articon tvey alternativ tilboð inn upp á ávikavist 289 mió. kr. og 262 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521