Skulu rinda seks milliónir í skatti fyri seld veiðirættindi

Skulu rinda seks milliónir í skatti fyri seld veiðirættindi
Kærustovnurin gav TAKS viðhald í kravinum um at hækka skattskyldugu inntøkuna hjá felagnum úr null upp í 11,7 mió. kr.
TAKS segði, at ikki var skjalprógvað, hvussu nógv felagið keypti veiðirættindini fyri.
 
04.01.2023 - 08:51

TAKS hækkaði skattskyldugu inntøkuna hjá einum felagi í fiskivinnuni úr null krónum upp í slakar 11,7 mió. kr.

Felagið skal tí gjalda góðar 5,8 mió. kr. í skatti. Avgerðin var kærd til Kærustovnin, sum tó gav TAKS viðhald.

Tær slakar 11,7 milliónirnar eru vinningur av seldum veiðirættindum.

TAKS segði, at ikki var skjalprógvað, hvussu nógv felagið keypti veiðirættindini fyri, sum tað nú seldi. Tað eigur felagið at gera sambært skattalógini.

 

Útveganarvirðið null

TAKS setti tí útveganarvirðið til null krónur. Felagið hevði fingið rættindini fyri einki.

Tí eigur felagið at rinda skatt av vinninginum, tá rættindini blivu seld.

Talan er um kvotu frá 2021.

Partafelagið prógvaði ikki, sambært TAKS og Kærustovninum, at útveganarvirðið var 25,5 mió. kr., sum felagið helt uppá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522