Danski herurin raðfestir KT-trygd í Føroyum

Danski herurin raðfestir KT-trygd í Føroyum
Fregnartænastan hjá danska herinum søkir eftir trygdarráðgevum, ið skulu arbeiða við Føroyum og Grønlandi
Fregnartænastan hjá danska herinum, Forsvarets Efterretningstjeneste.
 
21.01.2023 - 16:17

"Hevur tú hug at arbeiða við ráðgeving innan KT-trygd til myndugleikar og fyritøkur í Grønlandi og í Føroyum, í samband við skerpaðu trygdarpolitisku støðuna í Arktis?" 

Soleiðis ljóðar brot úr eini starvslýsing hjá Forsvarets Efterretningstjeneste, ið er fregnartænastan hjá danska herinum. 

"Tað eru ikki ítøkiligar hendingar, ið hava fingið okkum at seta hetta starvið á stovn", sigur fregnartænastan í skrivligari viðmerking til Kringvarpið. "Starvslýsingin sprettir burtur úr einari politiskari avtalu frá 2021 um at styrkja KT-verjuna í Ríkisfelagsskapinum."  

"Hóttanin móti Danmark á netinum er álvarsom og áhaldandi. Tí hevur Center for Cybersikkerhed regluligt samskifti við grønlendskar og føroyskar myndugleikar um KT-trygd", sigur fregnartænastan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334