Óbroytt viðurskifti í Schengen krevja broyting í útlendingalógini

Óbroytt viðurskifti í Schengen krevja broyting í útlendingalógini
Landsstýrið hevur skotið upp at broyta útlendingalógina við ríkislógartilmæli, so nýggju ES-reglurnar eisini vera brúktar í Føroyum
Føroyar eru ikki limir ella partur í Schengen, men hava eitt “portur” inn í Schengen-økið. (Savnsmynd)
 
27.01.2023 - 14:29

Um viðurskiftini hjá Føroyum við Schengen framhaldandi skulu vera tey somu, er neyðugt at broyta útlendingalógina soleiðis, at nýggjar skipanir fyri ferðing í Schengen-økinum eisini verða settar í gildi fyri Føroyar.

Tey seinnu árini eru í ES samtyktar ein røð av ES-fyriskipanum, sum hava stóran týdning fyri Schengen-samstarvið og marknaeftirlitið og fyri stríðið móti brotsverkum tvørtur um landamørk í ES. 

Føroyar eru ikki limir ella partur í Schengen, men hava eitt “portur” inn í Schengen-økið. 

Til tess krevst, at eftirlitið við innferð og útferð í Føroyum er eftir somu reglum sum í Schengen-økinum. Og at atgongd er til felags skrásetingarskipanina.

 

Lógarbroyting á veg

Schengen-samstarvið er um eitt felags øki uttan innaru landamørk. 

Einki persónseftirlit er við felags landamørkini í Schengen-økinum.

Nú hevur landsstýrið skotið upp at broyta útlendingalógina við ríkislógartilmæli, so nýggju ES-reglurnar eisini vera brúktar í Føroyum. 

Í Danmark komu hesar reglur í gildi í 2021.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423