KÍ hall annað árið á rað

KÍ hall annað árið á rað
KÍ hevði lítla hálva millión í halli í fjør, vísir roknskapurin, sum var lagdur fram á aðalfundinum í gjár
KÍ vann meistaraheitið hjá bæði monnum og kvinnum í fjør
 
31.01.2023 - 12:07

KÍ hevði lítla hálva millión í halli í fjør. 

Roknskapurin, sum var lagdur fram fyri limirnar á aðalfundinum í gjár, vísti eitt hall upp á 492.000 krónur, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Hallið kemur serliga av høgu ferðaútreiðslunum til altjóða dystir av verkfallinum hjá SAS síðsta summar, sigur KÍ. 

Hetta er annað árið á rað, at KÍ hevur hall. Tað er kortini munandi minni enn í fjør, tá hallið var meir enn fimm milliónir krónur.

Bæði mans- og kvinnuliðið vunnu føroyameistaraheitið í fjør og skulu spæla Champions League-fótbólt í summar, og tað hevur ávísar inntøkur við sær, skrivar felagið.

Nevndin heldur fram, men uttan Jákup Eydnugarð, sum ikki tók við afturvali. Hon hevur skipað seg við Tummasi Lervig sum formanni, Rúna Heinesen sum næstformanni, Hilmar Danielsen sum kassameistara, Eyðstein Poulsen sum akademistjóra, Róa Clementsen við samskifti og Kaj Dam við ábyrgd fyri Betri-monnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329