- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilgongdin at fáa limaskap í ES kann gerast drúgv
Ukraina skal ikki vænta at fáa ein ES-limaskap skjótari, tí landið er í kríggi við Russland.
Tað skrivar Reuters.
ES-leiðarar við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, á odda eru í hesum døgum í Kyiv, har ES vísir Ukraina sín stuðul og lovar at seta harðari revsitiltøk í verk móti Russlandi.
Men ukrainskur ES-limaskapur verður ikki veruleiki við einum pennastroki.
ES hevur sett fleiri krøv um bæði politiskt og búskaparlig støðufesti, og at Ukraina skal seta ávísar ES-lógir í gildi, áðrenn landið kann fáa limaskap. Og tann tilgongdin kann taka fleiri ár.
Pólland bíðaði í 20 ár
Seinasta landið at gerast limur í ES var Kroatia í 2013, og tann limaskapurin gjørdist ikki veruleiki fyrr enn tíggju ár eftir, at Kroatia alment bað um limaskap. Og hjá Póllandi tók tað 20 ár at gerast limur í ES.
ES hevur millum annað kravt av Ukraina, at meira verður gjørt fyri at basa korruptiónini í landinum. Forsetin, Volodymyr Zelinskyj, hevur fyrr í ár boðað frá kanningum og uppsagnum, serliga í verjumálaráðnum.
Í gjár tosaðu ES og Ukraina saman um fleiri ymisk mál, millum annað meira hernaðarligan og peningaligan stuðul til Ukraina og um at geva ukrainskum vørum betri atgongd til ES-marknaðin.