Sýria: Stríðast framvegis fyri at fáa neyðhjálp

Sýria: Stríðast framvegis fyri at fáa neyðhjálp
Borgarakríggið í landinum tarnar neyðhjálparfelagsskapum at sleppa inn í landið
Jarðskjálvtin í Sýria hevur eisini gjørt stóran skaða.
Mynd: AP  
 
16.02.2023 - 18:01

Hálvonnur vika er nú liðin, síðani hørðu jarðskjálvtarnir raktu Sýria og Turkaland, og framvegis stríðist Jinderies-landsparturin í útnyrðingspartinum av Sýria fyri at fáa neyðhjálp.

Støðan er serliga hættislig í Sýria, har 12 ára gamla borgarakríggið hevur tarnað neyðhjálparfelagsskapum at koma við neyðhjálp, og fleiri dagar við samráðingum um, hvussu hjálpin skal koma inn í landið, og ikki minst, hvussu hon skal býtast.

 

(Mynd: AP)

Summi, sum hava mist hús og heim, siga, at tey onga hjálp hava fingið.

Mahmoud Haffar, leiðari í lokal-ráðnum í býnum Jinderis, sigur, at fólkið í økinum hevur higartil útvegað 2.500 tjøld, men einar 1.500 familjur hava framvegis einki skjól, nú minus 4 stig eru um náttina. 3.900 húski hava ikki tak yvir høvdið.

 

(Mynd: AP)

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16022023_Syria

 

Ljóðið í innslagnum var frá AP-tíðindastovuni, og upptøkurnar eru frá í gjár.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804