Veðrið ávirkar samferðsluna

Veðrið ávirkar samferðsluna
Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir avlýsa, býbussar bíða til á middegi, flogferðslan er útsett, Norrøna krokar og skúlar avlýsa skúlagongd
Vánaliga veðrið ávirkar eisini flogferðsluna í morgun
 
20.02.2023 - 07:56

Vánaliga veðrið ávirkar eisini samferðsluna kring landið og ferðingina út í heim.

Strandfaraskip Landsins boða frá, at fyri veður er fyribils eingin sigling millum Havnina og Nólsoy og millum Skopun og Gomlurætt, og Smyril siglir ikki í morgun.

Og fyri veður er fyribils heldur eingin busskoyring í Suðuroynni, Sandoynni og í øllum meginøkinum, umframt í Kalsoynni.

Og Bussleiðin í Tórshavnar kommunu boðar frá, at leið 5 og leið 6 koyra ikki fyrr enn á middegi.

Flogførini, sum skuldu koma úr Kjøpinhavn og Billund eru útsett til ávikavist klokkan 10.45 og klokkan 11, og somuleiðis eru flogførini úr Vágum til Kjøpinhavn og Keflavíkar útsett til ávikavist klokkan 11 og klokkan 11.50.

Tveir skúlar hava eisini avlýst skúlagongdina í dag. Tað er Runavíkar skúli og Vestmanna skúli.

Norrøna, sum kom úr Hirthals tíðliga í morgun, kemur ikki inn fyrr enn klokkan fimm seinnnapartin, upplýsir Tórshavnar havn.

Norrøna krokar eystan fyri Mjóvanes.

Veðrið er so vánaligt, at ikki er ráðiligt at leggja at, heldur ikki á Signabø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025