Raðfesta at fáa dagstovnin lidnan skjótast til ber

Raðfesta at fáa dagstovnin lidnan skjótast til ber
Byggjast skal aftrat dagstovninum við Landavegin í Havn. Arbeiðið er ikki boðið út, og fermetraprísurin setur met
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus við Landavegin.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
27.02.2023 - 09:44

Vantandi tilrættislegging, sum nú kostar kommunukassanum dýrt.

Tað sigur Anniku Olsen úr Tjóðveldi, nú meirilutin í Tórshavnar býráð vil byggja uppí ein dagstovn í býnum fyri methøgan fermetraprís, og uttan at arbeiðið er bjóðað alment út.

Dagstovnurin "Hans Andrias Djurhuus", sum er í Hans Andriasar gøtu við Landavegin í Havn, er í dag 763 fermetrar til støddar. Byggjast skulu 357 fermetrar aftrat. 

Við útbyggingini verður stovnurin víðkaður úr tveimum upp í tríggjar vøggustovu- og barnagarðsstovur. Tað gevur pláss fyri tilsamans 90 børnum, 30 fleiri enn í dag. 

 

Annika Olsen, býráðslimur í Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Articon fær arbeiðið

Arbeiðið er ikki bjóðað alment út, í staðin hevur kommunan tikið av einum tilboði frá Articon, sum vil gera arbeiðið fyri 15 milliónir krónur. Arbeiðið skal vera liðugt í september í ár.

Sambært gerðabókini hjá Tórshavnar kommunu verður samlaði kostnaðurin - við byggiharraútreiðslum og tí meirvirðisgjaldi, sum kommunan skal gjalda - tilsamans 18,6 milliónir krónur.

Tað merkir, at fermetraprísurin fyri teir 357 fermetrarnar, sum skulu byggjast afturat, er 52.100 krónur.

Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti meirilutin at játta 17 milliónir krónur til verkætlanina. 

Hoyr ljóðbrot við Anniku Olsen her:

 

27022023_Annika_Olsen_brot

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur hægstu raðfesting at fáa dagstovnin lidnan skjótast tilber. 

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen í útvarpstíðindunum:

 

27022023_Hedin_Mortensen_um_barnagard

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602