- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær kvinnur og fýra menn í uppskoti at gerast ársins leiðarar

Synergi kunngjørdi í dag nøvnini á teimum seks fólkunum, sum eru í uppskoti.
Almennu leiðararnir eru Hákun Djurhuus, SEV, Jóngerð Guttesen, Roðin og Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum.
Og tey í privatu vinnuni eru Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging, John Eli Olsen, El-service og Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen Arkitektar.
Avdúkað verður, hvørji fáa heiðurin, klokkan 16.45 fríggjadagin, sum er ársins leiðaradagur.
Dómsnevndin avger, hvør vinnur.
Í dómsnevndini sita Ingibjørg Berg, Hedvig Johansdóttir og Johnny í Grótinum.
Í fjør gjørdust Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldsstovuni, og Suni Justinussen, stjóri í JT Electric, ársins leiðarar.
Hetta er tjúgundu ferð at ársins leiðarar verða valdir.
























