Russland: Ukraina visti um flogfarið við krígsfangum

Russland: Ukraina visti um flogfarið við krígsfangum
Russiskir myndgleikar siga, at ukrainskt álop gjørdi, at russiska flogfarið datt niður, og øll, sum vóru við, doyðu
Russland sigur, at flogfarið við ukrainskum fangum datt niður í sambandi við eitt ukrainskt álop.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.01.2024 - 10:53

Ukraina visti um russiska hernaðarflogfarið, har 65 ukrainskir krígsfangar skulu hava verið við

Andrej Kartapolov, formaður í russisku trygdarnevndini, sigur í dag, at ukrainska fregnartænastan var varskógvað um, at ukrainskir krígsfangar vóru við russiska hernaðarflogfarinum, sum datt niður í gjár, skrivar Reuters.

Russland hevur sagt, at tað var eitt ukrainskt álop, sum fekk flogfarið at detta niður, og øll, sum vóru við, lótu lív.

 

Málið verður kannað

Ukraina hevur hvørki váttað ella avsannað hetta, men boðar í dag frá, at hendingin verður kannað, skrivar Reuters.

Sambært Kartapolov, skal ukrainska fregnartænastan hava fingið boðini um flutningin 15 minuttir, áðrenn flogfarið kom í økið í Belgorod, har tað varð skotið niður.

Kartapolov sigur, at Russland og Ukraina eiga at halda fram við at býta um krígsfangar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334