Ungarn: Hevur ikki skund at viðgera umsóknina um Nato-limaskap

Ungarn: Hevur ikki skund at viðgera umsóknina um Nato-limaskap
Andstøðan í ungarska tinginum vil hava málið skundviðgjørt, men tingformaðurin sigur, at málið hevur ongan skund
Andstøðan í ungarska tinginum vil hava málið um svenskan Nato-limaskap skundviðgjørt. (Savnsmynd)
 
25.01.2024 - 14:05

- Tað hevur ongan skund at viðgera umsóknina hjá Svøríki um limaskap í Nato. 

Tað sigur Laszlo Köver, formaður í ungarska tjóðartinginum, og floksfelagi hjá forsætisráðharranum,Viktor Orban, sambært Reuters.

Eftir at hava drigið málið út í 20 mánaðir, boðaði Viktor Orban týsdagin frá, at ungarska stjórnin fer at góðkenna svensku umsóknina. 

 

 

Laszlo Köver, tingformaður í Ungarn. 

 

Fundur í februar

Tignið hevur fund aftur 26. februar.

Fráboðanin kom stutt eftir, at andstøðan hevði biðið um at fáa málið skundviðgjørt í tjóðartinginum.

Í fráboðan í dag sigur Laszlo Köver, at málið hevur ongan skund. Hann leggur aftrat, at tað fer helst ikki at eydnast andstøðuni at fáa uppskotið skundviðgjørt. 

Köver hevur eisini sagt fyrr, at hann er ímóti, at Svøríki verður limur í Nato. Köver hevur skuldsett Svøríki fyri at spilla Ungarn út, skrivar svenska Aftonbladet.

 

Billstrøm undrast

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billstrøm, kennir seg ikki aftur í hesum, skrivar blaðið.

Spurdur um viðmerking til ábendingina frá Laszlo Köver um, at umsóknin ikki verður skundviðgjørd, svarar Billstrøm:

- Hetta er hansara áskoðan, og hann umboðar tingið, men eg vildi hildið, at tey á ungarsku síðuni eru greið um lyftini, sum er givin umheiminum, -at tey ikki skuldu vera seinasta land at góðkenna Nato-umsóknina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043