Fyrrverandi ráðgevi hjá Trump dømdur fongsulsrevsing

Fyrrverandi ráðgevi hjá Trump dømdur fongsulsrevsing
Peter Navarro er dømdur fýra mánaðar fongsul fyri at hava sýtt fyri at fylgja eini stevning í sambandi við álopið á Kongressina
Peter Navarro sýtti fyri at vitna í einum máli um álopið á Kongressina í januar 2021.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.01.2024 - 09:20

Ein fyrrvernadi ráðgevi hjá Donald Trump, Peter Navarro, er dømdur fýra mánaðar fongsul fyri at hava sýtt fyri at fylgja eini stevning í sambandi við, at álopið á Kongressina 6. januar 2021 skuldi kannast.

Tað skrivar fleiri miðlar, m.a. AP.

Dómurin var kunngjørdur í gjár, og 74 ára gamli Navarro skal eisini rinda 9.500 dollarar í bót, tað svarar til 65.000 krónur.

Løgmálaráðið í USA heitti í síðstu viku á rættin um at døma fyrrverandi ráðgevan hjá Trump seks mánaðar fongsul.

Navarro var í september eisini dømdur fyri at hava sýtt fyri at vitna, og fyri ikki at hava latið kanningarnevndini skjøl í sambandi við álopið á Kongressina.

- Ákærdi valdi trúfesti móti fyrrverandi forsetanum, Trump, fram um lógarásettu innkallingina um at vitna, segði Elizabeth Aloi, ákæri, undir dómsviðgerðini tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334