Leigunevndin fekk átalu fyri ikki at avgreiða mál skjótast gjørligt

Leigunevndin fekk átalu fyri ikki at avgreiða mál skjótast gjørligt
Leigunevndin hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni
Ein setiumboðsmaður viðgjørdi klaguna um Leigunevndina.
 
29.01.2024 - 07:56

Leigunevndin hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.

Ein setiumboðsmaður viðgjørdi eina klagu um, at Leigunevndin ikki avgreiddi eitt mál um uppsøgn úr einum bústaðarleigumáli skjótast gjørligt. 

Málsviðgerðartíðin var átta mánaðir. 

Leigulógini áleggur Leigunevndini skjótast gjørligt at taka avgerðir.

Eisini mælti setiumboðsmaðurin Leigunevndini til antin at gera mannagongdir um málsviðgerðina, ella at fáa Umhvørvismálaráðið at fáa hesi viðurskifti ásett í virkis- og fundarskipanina hjá Leigunevndini.

Ein setiumboðsmaður viðger mál, tá umboðsmaðurin er ógegnigur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522