Russland gevst at rinda til Arktiska ráðið

Russland gevst at rinda til Arktiska ráðið
Russiska stjórnin útihýsir ikki møguleikanum fyri heilt at taka seg úr ráðnum, men tað verður ikki nú
Viðurskiftini millum onnur lond í Arktiska ráðnum og Russland broyttust, eftir at Russland fór í kríggj við Ukraina tíðliga í 2022. (Savnsmynd: Reuters)
 
14.02.2024 - 08:51

Russland gevst fyribils at rinda árliga gjaldið til at fíggja Arktiska ráðið, til ráðið fer undir aftur 'veruligt arbeiði' saman við øllum limunum.

Tað sigur uttanríkisráðið í Russlandi við tíðindastovuna, RIA.

Talan er m.a. um náttúruvernd í Arktis, gransking og samstarv í humaniterum spurningum, serliga spurningar um upprunafólk í Arktis. 

Russiska stjórnin útihýsir ikki møguleikanum fyri heilt at taka seg úr ráðnum, men tað verður ikki nú.

 

Kríggið hevur broytt viðurskiftini

Viðurskiftini millum onnur lond í Arktiska ráðnum og Russland broyttust, eftir at Russland fór í kríggj við Ukraina tíðliga í 2022, tá ið Russland hevði formansskapin í ráðnum.

Limalondini í ráðnum sendu í mars 2022 út fráboðan, har tey fordømdu russisku innrásina.

Umframt Russland, eru USA, Kanada, Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland og Noreg limir í Arktiska ráðnum.

Noreg hevur formansskapin í Arktiska ráðnum til 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938