Nógvir snávingarsteinar, men nú byrjar dialysuviðgerðin í Suðuroy

Nógvir snávingarsteinar, men nú byrjar dialysuviðgerðin í Suðuroy
Ætlanin var fáa hjálp frá útlendskum vikarstovum, men nú er avtala gjørd við sjúkrarøktarfrøðingar á LS um at arbeiða saman við sjúkrarøktarfrøðingunum í Suðuroy fyrstu tíðina
Tummas í Garði er læknafaklgur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.02.2024 - 18:00

Mánadagin 4. mars verður farið undir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Tað boðaði leiðslan fyri Sjúkrahúsverkinum frá í dag.

Nógvir snávingarsteinar hava verið á vegnum, men nú kann trygd veitast fyri, at dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi lýkur øll krøv, og er fakliga forsvarlig.

Sjúkrahúsverkið hevur arbeitt saman við fakfólki um karmarnar fyri viðgerðini, og hevur fingið fakligt tilmæli gjøgnum Dansk Nevrologisk Selskab, um at dialysuviðgerð kann veitast á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum:

 

Tummas_i_Gardi_1

 

Tólini hava staðið klár síðani í heyst, men nú verður umsíðir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. (Savnsmynd)

 

Fýra sjúkrarøktarfrøðingar eru settir í starv at manna dialysuna í Suðuroy. Neyðugt er, at teir fyrstu tíðina arbeiða saman við royndum dialysusjúkrarøktarfrøðingum. 

Hetta er ein snávingarsteinur, sum sjúkrahúsleiðslan leingi hevur roynt at loyst.

Royndu sjúkrarøktarfrøðingarnir eru settir í starv á Landssjúkrahúsinum, og  sjúkrahúsleiðslan kann sostatt ikki áleggja teimum at fara til Suðuroyar.

Eina tíð royndi sjúkrahúsleiðslan at fáa hjálp frá eini útlendskari vikarstovu, men tá avtornaði gjørdist kortini ikki neyðugt við útlendskari hjálp:

 

Tummas_i_Gardi_2

 

Tummas í Garði hevur ikki nágreiniligu tølini, men tað er nakað dýrari fyri hvørja dialysuviðgerð at reka eina smærri eind sum ta í Suðuroy, samanborið við eindina á Landssjúkrahúsinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Annað frá KVF