Champions League: Elias fær antin Zagreb ella Montpellier

Champions League: Elias fær antin Zagreb ella Montpellier
Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel skulu spæla ímóti HC Zagreb ella Montpellier HB í Champions League-fjórðingsfinaluni síðst í apríl
Kiel og Aalborg spældu seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar úr bólki A
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.03.2024 - 11:45

Mikukvøldið tryggjaði THW Kiel sær 1. plássið í sínum bólki í Champions League við tryggum sigri á Zagreb.

Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri við skaða.

Eftir síðstu dystirnar í bólkaspælinum í gjárkvøldið er greitt, at føroyski spælskiparin og liðfelagarnir í týska stórfelagnum skulu spæla ímóti antin RK Zagreb ella Montpellier í CL-fjórðingsfinalunum, sum verða síðst í apríl.

Tey bæði liðini hittast nevniliga í playoff-umfarinum, sum er á skránni síðst í mars. 

Aalborg endaði á 2. plássi í bólki A, meðan Magdeburg og Barcelona spældi seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar úr bólki B.

Eydnast tað Kiel at vinna fjórðingsfinaluna, bíðar sonevnda Final4-endaspælið í Køln í juni.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu nærkast av álvara Champions League-endaspælinum í Køln. Kiel má metast sum favorittur í fjórðingsfinalunum ímóti antin Zagreb ella Montpellier.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672