Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristina Thede, Tróndur Bogason og SUPERVISJÓN hvør sína heiðursløn
Kristina Thede, Tróndur Bogason og SUPERVISJÓN hvør sína heiðursløn
Fyrstu heiðurslønirnar á ársins FMA eru latnar. Kristina Thede vann ársins klassiska heiður, Tróndur Bogason gjørdist ársins tónasmiður, og ársins spíri er SUPERVISJÓN
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
09.03.2024 - 19:58
Tað er í kvøld, at føroyskur tónleikur verður fagnaður, og bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað í Norðurlandahúsinum.
Fyrstu heiðurslønirnar eru latnar: ársins klassiski heiður, ársins tónasmiður og ársins spíri.
Kristina fekk ársins klassika heiður
Kristina Thede Johansen vann ársins klassiska heiður fyri debutkonsert hennara SANSA Føroyar, sum skjótt verður at uppliva í Norðurlandahúsinum. Og tað var eisini ein errin Kristina, sum tók ímóti virðislønini í kvøld.
- Túsund takk fyri heiðurin. Hendan viðurkenningin fer eisini út til tey fleiri enn 100 fólkini, sum hava verið partur av hesari verkætlanini, segði Kristina Thede Johansen.
Supervisjón og Tróndur Bogasaon og Aldurbára framføra saman (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
SUPERVISJÓN er ársins spíri
Tað er sanniliga eitt spírandi føroyskt tónleikaumhvørvi í dag. Tað sást aftur í tilnevningunum, har Katari, jazzygold, SUPERVISJÓN, Andrias Blaasvær og Adrenaline, sum øll eru rættiliga kend nevnd á føroyska tónleikapallinum, vóru í uppskoti til heiðurslønina sum ársins spíri.
Men tað var tónlistamaðurin Lasse Thorning Jæger, ið framleiðir ljóðverk undir navninum SUPERVISJÓN, sum endaði við virðislønini sum ársins spíri.
Hann var eisini til staðar í Norðurlandahúsinum at taka ímóti virðislønini.
- Eg fylli 40 í ár, so ársins spíri er ordiliga gott nú, segði ein skemtandi Lasse Jæger. Eisini takk til Lív, sum er hin helvtin av SUPERVISJÓN, legði hann afturat.
Lív Maria Róadóttir Jæger, sum annars er best kend sum rithøvundur og yrkjari, og Lasse eru gift, og hon eigur eisini onkrar av røddunum, sum vera brúktar í framleiðsluni hjá SUPERVISJÓN.
Tróndur vann ársins tónasmíð
Ársins tónasmiður gjørdist Tróndur Bogason fyri tónasmíð, útseting og framleiðslu av einari ørgrynnu av føroyskum framførslum hetta farna árið.
Eitt nú fleiri av framførdu sangunum hjá Mariusi Ziska og Føroya Symfoniorkestri til stórslignu konsertinar "Floymandi nærvera" í fullsetta Norðurlandahúsinum á sumri í fjør.
Tróndur, sum annars er giftur við tónleikakvinnuni Eivør, tók ímóti heiðrinum sjálvur.
- Eg skuldi havt spurt konuna, hvat man sigur, tá man stendur her, segði Tróndur við einum smíli.
Hann nýtti samstundis høvið at takka øllum teimum, sum hann hevur arbeitt saman við, og tann listin er als ikki stuttur. Eitt nú kunnu nevnast Kristina Thede Johansen, sum vann klassiska heiðurin, Aldubáran, Føroya Symfoniorkestur og Marius.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV