Nú eru 54.600 fólk í Føroyum

Nú eru 54.600 fólk í Føroyum
450 løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið
Tað er tíggjunda árið, at fólkavøkstur er, men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
11.03.2024 - 09:31

Áleið 54.600 fólk búðu í Føroyum 1. februar í ár. 

Tað skrivar Hagstovan.

450 løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur uppá 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Tað er tíggjunda árið, at fólkavøkstur er, men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. 

Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, tí fleiri eru deyð og færri eru fødd.

Nettoflytingin er eisini minkað nakað, tí bæði tilflytingin og fráflytingin eru minkað.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717