Leiðarin í senatinum finst hvassliga at Ísrael

Leiðarin í senatinum finst hvassliga at Ísrael
Chuck Schumer sigur, at tað er eitt álvarsligt mistak at vraka uppskotið um tveylandaloysn
Chuck Shumer er demokratiskur leiðari í senatinum.
Mynd: Times of Israel  
 
15.03.2024 - 09:44

Formaðurin fyri meirilutanum í amerikanska senatinum, Chuck Schumer, finst hvassliga at ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

Hann segði í eini røðu í senatinum í gjár, at tað er skeivt at geva Ísrael alla skyldina fyri alt, sum hendir í Gasa, men  Ísrael noyðist at gera týðandi broytingar fyri at fáa varandi frið í økinum.

Hann mælti til vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt og segði, at tað er álvarsligt mistak at vraka uppskotið um eina tveylandaloysn.

Schumer mælti eisini til nýval í Ísrael. 

Schumer segði, at Hamas, víðgongd á høgravonginum í ísraelsku stjórnini og í ísraelska samfelagnum, Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, eru 'stóra forðingin fyri friði'.

- Vinna vit ikki á hesum, verða Ísrael og Vestari áarbakki og Gasa bundin í somu ógvusligu støðu, sum tey hava livað í seinastu 75 árini, segði hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213