Grønlendskur trolari sokkin - øll manningin bjargað

Grønlendskur trolari sokkin - øll manningin bjargað
Ein bátur hjá grønlendska politinum tók menninar upp og flutti teir til Sisimiut
Royal Greenland átti trolaran, sum sakk sunnan fyri Sisimiut sunnumorgunin.
Mynd: VesselFinder  
 
18.03.2024 - 09:06

Stutt fyri midnátt leygarkvøldið boðaði grønlendski trolarin Lomur frá, at hann sakk.

Trolarin, sum Royal Greenland eigur, var staddur sunnan fyri Sisimiut, tá hann sendi mayday.

Tíggju mans vóru við. Teir fóru allir í bjargingarbátarnar. Har vóru teir bara í nakrar minuttir,

Ein bátur hjá politinum tók teir upp. Teir vóru í Sisimiut klokkan hálvgum trý sunnunáttina. 

Lomur fór undir klokkan fýra sunnumorgun.

Lomur var 36 ára gamal. Ikki er greitt enn, hví hann sakk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213