Tingið samtykkir lógina um brekumboðið í dag

Tingið samtykkir lógina um brekumboðið í dag
Løgtingið fer í dag undir at viðgera tey nógvu málini, sum komu seinasta framløgudagin, 7. mars
Tey hava nógv at gera í hesari vikuni.
 
18.03.2024 - 05:39

Løgtingið fer í dag undir at viðgera tey nógvu málini, sum komu seinasta framløgudagin, 7. mars.

Átta fyrstu viðgerðir eru í dag.

Millum uppskotini, sum eru á skránni hjá tinginum í dag, eru pantiskipan fyri íløt, projektering av felagsbygningi til kampuss, uppihaldsloyvi til 250 flóttafólk úr Ukraina, 50 fleiri enn í galdandi lóg, og ílegulógin.

Men fyrst á skránni eru onnur viðgerð og átkvøðugreiðsla um brekumboðið.

Trivnaðarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um brekumboð.

Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva og tilboð og føroyskar tænastur eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.

Tingfundur eru hvønn dag í hesi vikuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558